Per Rune Eknes í svimjinevndina hjá IPC

Formaðurin í norska svimjisambandinum, Per Rune Eknes, varð herfyri útnevndur til varaformann í teknisku nevnd hjá IPC Swimming, sum er svimjideildin hjá altjóða felagskapinum fyri ítrótt fyri brekað. Hendan nevnd umfatar 5 limir, ið hava ábyrgd fyri alla svimjing undir IPC, íroknað klassing av svimjarum, fyriskipan av stevnum, Paralympics osfr.

Presidenten og Torill...

(Image courtesy of Tom Børslid, CC-BY-NC 2.0)

Norska svimjisambandið skrivar her, at Per Rune Eknes ætlar sær at styrkja um sambandið millum IPC og FINA, og (sum útbúgvin journalistur) millum IPC og miðlarnar. Norska svimjisambandið er kent fyri sítt góða arbeiði við svimjing fyri brekað, og her serliga at tey sum bera brek eru í sama felagsskapi sum restin.

Lesið her á svomming.no

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.