Starvsnevndin í Svimjisambandi Føroya hevur samtykt at taka út fylgjandi svimjarar til 18. evropameistarastevnu á stuttgeil, sum verður í Netanya í Ísrael hin 2. til 6. desember 2015.
- Pál Joensen (1990), Suðuroyar Svimjifelag
- Alvi Hjelm (1996), Ægir
- Astrið Foldarskarð (1994), Havnar Svimjifelag
Óli Mortensen (1996) úr Havnar Svimjifelag hevur eisini klárað kravtíð til EM á stuttgeil 2015, og fekk tilboð um úttøku, men hevur valt at melda avboð.
Venjari verður Rui Filipe Magalhães, høvuðsvenjari hjá Havnar Svimjifelag.
Ferðaleiðarar verða Thurid Kjærbo og Rókur í Jákupsstovu.
Vegna Svimjisamband Føroya
Rókur í Jákupsstovu