Altjóða svimjisambandið FINA fegnast í morgun um at ST felagsskapurin UNESCO hevur broytt sín ítróttarsáttmála til beinleiðis at siga, at svimjiførleiki er ein lívsneyðugur førleiki hjá øllum sum kunnu hugsast at kunna drukna.
Tað vil av góðum grundum siga hjá allarflestu menniskjum í heiminum, við tað at vit væl øll so-ella-so hava atgongd til hav, á, vøtn ella hyljar.
Svimjing og dansur eru einastu greinar sum eru beinleiðis nevndar í sáttmálanum, meðan alt annað so ella so (saman við svimjing og dansi) er skipan av grundførleikum sum úthaldni, fimi, balansu og koordinatión.
Image courtesy of Brian Gratwicke, CC BY 2.0
Broytti sáttmálin sigur m.a., at:
2.2 Physical education, physical activity and sport can play a significant role in the development of participants’ physical literacy, well-being, health and capability by improving endurance, strength, flexibility, coordination, balance and control. The ability to swim is a vital skill for every person exposed to risks of drowning.
Føroyar hava atlimaskap í UNESCO.
Sí http://portal.unesco.org/en/ev.php-URL_ID=13150&URL_DO=DO_TOPIC&URL_SECTION=201.html