Danska Meistarastevnan á stuttgeil byrjaði í dag í Gladsaxe, har eisini teir báðir føroysku danskararnir Magnus Jákupsson og Frans Johannesen luttóku.
Magnus megnaði at gerast danskur meistari í 50 frí, umframt at vinna gull við 4×100 frí liðnum hjá Farum, meðan Frans vann silvur í 400 frí, aftanfyri Mads Glæsner men frammanfyri Daniel Skaaning.