Evropeiska svimjisambandið LEN hevur lagt út ein fyribils startlista til EM á stuttgeil 2015, sum verður í Netanya í Ísrael nú í næstu viku. Pál Joensen hevur styrkismeting sum nr 2 í 1500 metra frísvimjing, og sum nr 10 í 400 metra frísvimjing.
Image courtesy of Bryan Doane, CC BY 2.0
Føroyska luttøkan í Netanya er hendan:
Kapping 5, Menn 400 frí
Pál Joensen (1990), SuSvim 3:42.31 og nr 10 av 38
Alvi Hjelm (1996), Ægir 3:55.66 og nr 34 av 38
Kapping 10, Menn 200 frí
Alvi Hjelm (1996), Ægir 1:52.96 og nr 39 av 44
Kapping 11, Kvinnur 50 firvald
Astrið Foldarskarð (1994), HS 28.02 og nr 32 av 40
Kapping 13, Kvinnur 100 frí
Astrið Foldarskarð (1994), HS 58.19 og nr 51 av 55
Kapping 16, Menn 400 blandað
Alvi Hjelm (1996), Ægir 4:24.25 og nr 24 av 26
Kapping 18, Menn 1500 frí
Pál Joensen (1990), SuSvim 14:26.54 og nr 2 av 28
Kapping 24, Menn 200 blandað
Alvi Hjelm (1996), Ægir 2:04.88 og nr 41 av 48
Kapping 30, Kvinnur 100 firvald
Astrið Foldarskarð (1994), HS 1:02.76 og nr 36 av 38
Kapping 34, Kvinnur 50 frí
Astrið Foldarskarð (1994), HS 26.22 og nr 52 av 63
Pál er eisini tilmeldaður í 200 frí, men fer mest sannlíkt ikki at svimja hesa grein, nú so tætt er millum 400, 200 og 1500 frí.
Hartil luttekur Magnus Jákupsson fyri Danmark, og hevur styrkismeting sum nr 18 av 50 í 50 rygg og 19 av 49 í 100 rygg.
Kappingin í 1500 metra frísvimjing verður hesuferð skipað við innleiðandi riðlum og finalum, heldur enn sum undanfarin EMS við beinleiðis finalu. Pál skal sostatt luttaka fyrst í innleiðandi riðlum týsmorgunin, til at royna at koma í finaluna mikukvøldið.
EM í Ísrael 2015 hevur heimasíðu isr2015ec.org