Nógv finalupláss til Føroyar, 1. dag á NM/NJM 2015

Norðurlendska Meistarastevnan og JuniorMeistarastevnan byrjaði í morgun í Bergen í Noregi, har eisini føroyskir svimjarar royndu seg. Tey svumu um at koma í finalurnar seinnapartin, og vóru tey ikki so fá sum megnaðu hetta.

Untitled

  • Í 200 frí er Alvi Hjelm úr Ægir víðari við 8. bestu tíð í seniorbólkinum (NM).
  • Í 100 bringu er Beinta Debes úr Havnar Svimjifelag víðari við 4. bestu tíð í seniorbólkinum (NM), meðan Ásbjørg Hjelm úr Ægir er víðari við 8. bestu tíð í juniorbólkinum (NJM).
  • Í 200 rygg er Signhild Joensen úr Ægir víðari við 6. bestu tíð í juniorbólkinum (NJM).
  • Í 200 blandað er Sára Nysted úr Suðuroyar Svimjifelag víðari við 5. bestu tíð í juniorbólkinum (NJM), og Alvi Hjelm úr Ægir víðari við 7. bestu tíð í seniorbólkinum (NM).

Hartil eru Sára Nysted úr Suðuroyar Svimjifelag og Vár Eidesgaard úr Havnar Svimjifelag beinleiðis víðari til NJM-finalu í 800 metra frísvimjing, og Lena Rannváardóttir úr Havnar Svimjifelag víðari til NM-finalu. Og í 1500 frí er Marius Gardshodn úr Havnar Svimjifelag víðari til NJM-finalu.

Altso einar 10 ferðir føroysk luttøka í finalunum í kvøld.

Finalulistarnir síggjast her á medley.no, og úrslitalistarnir her.

Finalurnar byrja kl 17:30 norska tíð, sum er kl 16:30 her í Føroyum. Til ber at síggja finalurnar beinleiðis á livestream:

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.