Sára 4:50.30, bronsu og føroyskt met í 400 blandað á NJM 2015

Sára Ryggshamar Nysted úr Suðuroyar Svimjifelag svam seg í áðni til eitt bronsuheiðursmerki á Norðurlendsku JuniorMeistarastevnuni í svimjing 2015, tá ið hon í 400 metra blandaðari svimjing svam teinin uppá 4:50.30. Hetta er stórt nýtt føroyskt met og juniormet, í mun til hennara 4:51.57 frá tá ið hon vann gull á Oyggjaleikum á Jersey í summar.

20150419DSC05157

Tað var ein spennandi kapping, har plássini skiftu nógv í leypi av kappingini. Sára var faktiskt aftast aftaná fyrstu 100 firvald, men arbeiddi seg so upp til eitt 3. pláss í teimum 100 rygg og 2. pláss í teimum 100 bringu, áðrenn hon so misti silvurið á seinastu 2 longdum frí.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.