Met eisini 3. dag á NM/NJM 2015

Tað varð til nøkur met afturat men ikki fleiri heiðursmerki til Føroyar, tá ið síðstu finalur vórðu avgreiddar á Norðurlendsku Meistarastevnuni og JuniorMeistarastevnuni 2015, í Bergen í Noregi. Sára Nysted úr Suðuroyar Svimjifelag setti føroyskt met og juniormet í 400 frí og Róland Toftum úr Suðuroyar Svimjifelag føroyskt juniormet í 200 bringu, umframt at báðar liðsvimjingarnar settu juniormet.

Untitled

Í 200 rygg fyri kvinnur varð Signhild Joensen úr Ægir nr 5 í juniorfinaluni (NJM) við 2:16.00, eitt sindur spakuligari enn hennara 2:15.92 tíð í morgun. Hon lá annars til silvur aftaná fyrstu 100, men møddist so ímóti endanum, meðan 4 aðrar svumu skjótari enn bæði hennara bestu tíð og føroyska metið hjá Elspu Mørkøre.

Í 200 bringu fyri kvinnur varð Beinta Debes úr HS nr 5 í seniorfinaluni (NM) við 2:39.16. Persónliga metið hjá henni er 2:37.16 frá HS-stevnu í november mánaða.

í 200 bringu fyri menn varð Róland Toftum úr SuSvim nr 6 í juniorfinaluni (NJM) við nýggjum føroyskum juniormeti á 2:19.37. Róland átti sjálvur juniormetið á 2:19.52 frá innleiðandi riðlunum í morgun, og átti eisini tað áðrenn á 2:20.10 frá HS-stevnu í november mánaða.

Í 400 frí fyri kvinnur setti Sára Nysted úr SuSvim stórt nýtt føroyskt met og juniormet, tá ið svam teinin uppá 4:18.31 í juniorfinaluni (NJM). Hetta rakk til eitt 5. pláss í kappingini. Mona Simonsen átti føroyska metið á 4:19.54 frá tá ið hon vann gull á Oyggjaleikum á Álandi í 2009, og Sára átti sjálv juniormetið á 4:21.27 frá tá ið hon vann gull á Oyggjaleikum á Jersey í summar.

Eisini í 400 frí fyri kvinnur svam Lena Rannváardóttir úr HS seg til eitt 7. pláss í seniorfinaluni (NM) við 4:35.84, nakað spakuligari enn hennara persónliga met á 4:33.44 frá innleiðandi riðlunum í morgun.

Og í 400 frí fyri menn varð Marius Gardhodn úr HS nr 6 í juniorfinaluni (NJM) við 3:58.87, og Alvi Hjelm úr Ægir nr 7 í seniorfinaluni (NM) við 3:58.59. Persónliga metið hjá Mariusi er 3:56.68 frá innleiðandi riðlunum í morgun, meðan besta tíð hjá Alva er 3:55.66 á NM í fjør.

Í 200 firvald fyri menn varð Rói Bech úr SuSvim nr 7 í juniorfinaluni (NJM) við 2:35.08. Besta tíð hjá honum var 2:38.48 frá HS-stevnu í apríl mánaða, áðrenn hann í innleiðandi í morgun svam 2:36.90. So tvær ferðir besta tíð hjá Róa í dag.

Í 4×100 blandað fyri kvinnur settu føroysku juniorgenturnar føroyskt juniormet við at svimja seg til 4:21.80 og eitt 7. pláss. Gamla juniormetið var 4:24.68, frá NJM í fjør, meðan føroyska metið enn er 4:19.64 frá Oyggjaleikum í summar. Tær sum settu metið í dag vóru Signhild Joensen og Ásbjørg Hjelm úr Ægir, Vár Eidesgaard úr HS og Sára Nysted úr SuSvim.

Og í 4×100 blandað fyri menn svumu føroysku juniordreingirnir seg til eitt 9. pláss og føroyskt juniormet við 4:05.71. Eitt eitt sindur lætt juniormet fyri landslið, við tað at einki var har áðrenn, meðan føroyska metið er 3:49.68 frá Oyggjaleikum í 2009.

Saman um tikið er føroyska avrikið í Bergen so avgjørt góðkent, um enn vit sum ikki einaferð mugu staðfesta at støðið er høgt og vaksandi hjá grannalondunum. Føroyskir svimjarar vunnu tilsamans 1 silvur og 3 bronsur, umframt at sett vórðu 5 føroysk met og 12 føroysk juniormet. Hartil hava svimjararnir sett nógv persónlig met, og sum heild víst góðan hugburð hóast hørðu mótstøðuna.

Heiðursmerki á NM/NJM 2015

  • Marius Ihlen silvur í 1500 frí (NJM)
  • Sára Nysted bronsu í 200 blandað (NJM)
  • Sára Nysted bronsu í 400 blandað (NJM)
  • Alvi Hjelm bronsu í 400 blandað (NM)

Føroysk met á NM/NJM 2015 (5)

  • Sára Nysted 200 blandað
  • Sára Nysted 4:50.30 í 400 blandað
  • Juniorkvinnur 8:29.72 í 4×200 frí
  • Juniormenn 7:58.75 í 4×200 frí
  • Sára Nysted 4:18.31 í 400 frí

Føroysk juniormet á NM/NJM 2015 (12)

  • Róland Toftum 1:04.43 í 100 bringu
  • Sára Nysted 2:16.52 í 200 blandað
  • Juniorkvinnur 3:56.68 í 4×100 frí
  • Juniormenn 3:38.37 í 4×100 frí
  • Sára Nysted 4:50.30 í 400 blandað
  • Juniorkvinnur 8:29.72 í 4×200 frí
  • Juniormenn 7:58.75 í 4×200 frí
  • Róland Toftum 2:19.52 í 200 bringu
  • Róland Toftum 2:19.37 í 200 bringu
  • Sára Nysted 4:18.31 í 400 frí
  • Juniorgentur 4:21.80 í 4×100 blandað
  • Juniordreingir 4:05.71 í 4×100 blandað

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.