Sára Ryggshamar Nysted úr Suðuroyar Svimjifelag setti fyri løtu síðani stórt nýtt føroyskt met og juniormet í 400 metra frísvimjing á stuttgeil, tá ið hon á Norðurlendsku JuniorMeistarastevnuni 2015 svam teinin uppá 4:18.31. Mona Simonsen átti føroyska metið á 4:19.54 frá tá ið hon vann gull á Oyggjaleikum á Álandi í 2009, og Sára átti sjálv juniormetið á 4:21.27 frá tá ið hon vann gull á Oyggjaleikum á Jersey í summar. Tað rakk til eitt 5. pláss á NJM 2015.