Sára Ryggshamar Nysted úr Suðuroyar Svimjifelag setti nú seinnapartin stórt nýtt føroyskt met og juniormet í 800 metra frísvimjing á langgeil, tá ið hon á SuSvim stevnuni í Pálshøll svam teinin uppá 9 minuttir, 12 sekund og 1 hundraðpart.
Mona Simonsen úr Suðuroyar Svimjifelag átti føroyska metið á 9:18.65 frá HeimsMeistarastevnuni í Melbourne í 2007, meðan Vár Erlingsdóttir Eidesgaard úr Havnar Svimjifelag átti føroyska juniormetið á 9:18.79 frá Portugal Open í august 2015.
Besta tíð hjá Sáru sjálvari var 9:20.94 áðrenn hetta, frá HeimsMeistarastevnuni fyri Juniorar í Singapore í august 2015. Og áðrenn tað var hon 9:23.65, frá tá ið hon vann gull á Norðurlendsku Meistarastevnuni fyri Ung í juli 2015.