Sára Ryggshamar Nysted úr Suðuroyar Svimjifelag legði hart út á Reykjavík International, nú fyrstu finalur vórðu svomnar í Laugardalslaug. Nevniliga við stórum nýggjum føroyskum meti og føroyskum juniormeti á 5:00.47, til eitt gullheiðursmerki í 400 metra blandaðari svimjing á langgeil, langt frammanfyri silvurvinnaran sum var íslendska María Fanney Kristjánsdóttir við 5:20.37. Sí úrslitalistan her
Sára átti sjálv føroyska metið og juniormetið, sum var 5:08.00 frá Norðurlendsku Meistarastevnuni fyri Ung 2015.
Í somu kapping fyri menn vann Alvi Hjelm úr Ægir silvur við 4:41.01, aftanfyri danska Mikkel Gadegaard á 4:38.53, har bronsuvinnarin Jonas Bruun Sleiman eisini úr Danmark svam 4:49.42. Alvi eigur føroyska metið á 4:33.15, frá HM í Kazan 2015. Sí úrslitalistan her