Sára og Alisa gull í 800 frí á RIG 2016

Sára Ryggshamar Nysted og Alisa Vestergaard vunnu fyri løtu síðani gull í 800 metra frísvimjing á Reykjavik International Games 2016, Sára í eldra bólkinum og Alisa í yngra, báðar úr Suðuroyar Svimjifelag.

2016012212625678_10208486023657764_754925824_n

(Alisa og Sára í Reykjavík. Jón Bjarnason eigur myndina)


Sára tók tað ‘róligt’ aftaná at hava vunnið gull og sett føroyskt met í 400 metra blandaðari svimjing, til eina tíð á 9:18.70 frammanfyri íslendska silvurvinnaran Bára Kristín Björgvinsdóttir á 9:20.51. Her skal nevnast at føroyska metið var 9:18.65, frá 2007 til Sára fyri 11 døgum síðani tók tað niður á 9:12.01.

Alisa svam 10:18.22, frammanfyri hin yngra svimjaran sum var Tuva Stendalen úr Noregi á 10:44.07. Aftur ein sannførandi sigur her, við eini tið sum hevði rokkið til eitt sættapláss í eldra bólkinum.

Sí úrslitalistan her.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.