Føroyskir svimjarar hava aftur í morgun svomið seg til bæði heiðursmerki og finalupláss á Reykjavík International Games 2016, nú næsta sett av innleiðandi riðlum varð avgreitt. Umframt at fleiri juniormet vórðu sett.
(Brynhild og Alisa gull og bronsu í 100 rygg. Jón Bjarnason eigur myndina)
Í 200 blandað svam Sára Ryggshamar Nysted úr Suðuroyar Svimjifelag seg trygt víðari til A-finaluna seinnapartin, við 2:31.64 og triðbestu tíð av øllum. Hon eigur føroyska metið á 2:21.59, frá HeimsMeistarastevnuni fyri Juniorar í Sinapore í fjør.
Í 100 rygg vunnu Brynhild Johannensen og Alisa Vestergaard úr Suðuroyar Svimjifelag ávikavíst gull og bronsu í yngra bólkinum, við 1:15.53 og 1:19.86, meðan Sára R. Nysted eisini úr SuSvim og Signhild Joensen úr Ægir svumu seg víðari til A-finaluna við ávikavíst 1:06.39 og triðbestu tíð, og 1:06.48 og fjórbestu tíð. Hetta var nýtt juniormet til Sáru, har Signhild átti hitt nú farna á 1:06.90 frá Evropeisku Leikir í Baku í fjør. Birita Debes eigur føroyska metið á 1:05.64. frá HeimMeistarastevnuni í Barcelona í 2013.
Í 100 bringu svam Róland Toftum úr Suðuroyar Svimjifelag seg víðari til A-finaluna við nýggjum føroyskum juniormeti, 1:07.76 og næstbestu tíð av øllum nú í Reykjavík. Rókur Trygvason úr Ægir og Hugin N. Lave úr SuSvim svumu seg eisini víðari til A-finaluna, við ávikavíst 1:12.60 og 1:13. 65.
Í 200 bringu vunnu Sólva A. Sigurðsson og Aimi á Lakjuni ávikavíst silvur og bronsu í yngra bólkinum, báðar úr Ægir, við 3:01.35 og 3:08.79. Hetta var eisini nóg gott til at tær komu í A-finaluna í opna bólkinum, seinnapartin, saman við Ásbjørg Hjelm úr Ægir sum í eldra bólkinum svam 2:51.69 og næstbestu tíð av øllum.
Í 100 firvald svam Sára R. Nysted úr Suðuroyar Svimjifelag seg víðari til A-finaluna seinnapartin, við 1:06.58 og næstbestu tíð av øllum, sum eisini var stórt nýtt føroyskt juniormet. Poula Ø. Mohr eigur her føroyska metið á 1:04.58, frá HeimsMeistarastevnuni í Barcelona í 2013, meðan juniormetið hjá Poulu var 1:09.23 frá Small States stevnuni í 2010.
Í 100 frí svumu Eyðbjørn Joensen og Róland Toftum seg víðari til A-finaluna seinnapartin við ávikavíst 55.17 og 6. bestu tíð, og 55.28 og 8. bestu tíð, báðir úr Suðuroyar Svimjifelag. Hartil svam Alvi Hjelm seg víðari til B-finaluna við 55.58 og 12. bestu tíð.
Og í 200 frí vann Alisa Vestergaard úr Suðuroyar Svimjifelag við 2:22.62 bronsu í yngra bólkinum, meðan Jana Bjartalíð Thomsen úr Ægir og Sára R. Nysted úr SuSvim svumu seg A-finaluna, Jana við 2:12.41 og fjórbestu tíð og Sára við 2:13.23 og fimtbestu tíð. Sára eigur her føroyska metið á juniormetið, á 2:06.96 frá HMJ í Singapore í fjør.
Finalurnar byrja kl 16:15 seinnapartin, íslendska tíð, sum er sama tíð her í Føroyum. Øll úrslit kunnu síggjast her.