Róland 1:07.76 og juniormet í 100 bringu

Róland Toftum úr Suðuroyar Svimjifelag setti í morgun nýtt føroyskt juniormet í 100 metra bringusvimjing á langgeil, tá ið hann á Reykjavík International Games 2016 svam teinin uppá 1:07.76.

Screen Shot 2016-01-23 at 12.01.13

Markus Joensen úr Havnar Svimjifelag átti juniormetið á 1:08.93, frá Actavis Open í Hafnafirði í 2013, meðan Pál Joensen eigur føroyska metið á 1:06.40 frá Bergen Swim Festival 2015.

Róland svam seg við hesum úrsliti víðari til A-finalu seinnapartin, við næstbestu tíð av øllum, aftanfyri íslendska Viktor Máni Vilbergsson á 1:06.51. Rókur Trygvason úr Ægir og Hugin N. Lave úr SuSvim svumu seg eisini víðari til A-finaluna, við ávikavíst 1:12.60 og 1:13. 65.

Sí úrslitalistan her.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.