Finalupláss, met og heiðursmerki aftur í morgun á RIG 2016

So er fjórði partur avgreiddur á Reykjavík International Games 2016, og føroyskir svimjarar hava aftur vunnið heiðursmerki, sett met og svomið seg í finalurnar seinnapartin.

Untitled


Í 400 frí svam Alisa Vestergaard úr Suðuroyar Svimjifelag seg til eitt gullheiðursmerki afturat í yngra bólkinum, tá ið hon svam teinin uppá 4:52.74.

Í 200 blandað svam Alvi Hjelm úr Ægir seg víðari til A-finaluna seinnapartin, við 2:14.07 og triðbestu tíð av øllum. Frans Johannesen svam her 2:14.18 og fjórbestu tíð.

Í 200 rygg svam Brynhild Johannesen úr Suðuroyar Svimjifelag seg við 2:44.42 til eitt silvurheiðursmerki í yngra bólkinum, meðan Signhild Joensen úr Ægir og Sára R. Nysted úr Suðuroyar Svimjifelag svumu seg víðari til A-finaluna við ávikavíst næst- og triðbestu tíð av øllum, 2:24.28 og 2:26.16. Sára eigur her føroyska metið á 2:19:29.

Untitled

Í 100 bringu svam Sólvá A. Sigurðsson úr Ægir seg við 1:25.78 til eitt silvurheiðursmerki í yngra bólkinum, og komu hon og Lea Midjord eisini víðari til B-finaluna, Sólva við 9. bestu tð og Lea við 1:29.04 og 15. bestu tíð. Í eldra bólkinum svam Ásbjørg Hjelm úr Ægir seg við 1:19.05 víðari í A-finaluna við 3. bestu tið av øllum, og Sólrun Kjærbo úr Suðuroyar Svimjifelag seg víðari til B-finaluna, við 1:26.46 og 10. bestu tíð.

Í 200 bringu svumu Róland Toftum úr Suðuroyar Svimjifelag, Rókur Trygvason úr Ægir og Hugin N. Lave úr Suðuroyar Svimjifelag seg víðari til A-finaluna við ávikavíst bestu, næstubestu og fimtbestu tíð av øllum, 2:29.86, 2:32.74 og 2:40.99. Róland eigur føroyska juniormetið á 2:29.49, meðan Pál Joensen eigur føroyska metið á 2:21.71.

Í 200 firvald svam Sára R. Nysted úr Suðuroyar Svimjifelag seg víðari til A-finaluna við 2:33.76 og triðbestu tíð, og setti samstundis stórt nýtt føroyskt met og juniormet. Monika Biskopstø átti føroyska metið á 2:43.19, frá somu stevnu í 2010, meðan kravtíðin til at seta juniormet í 2008 var sett til at vera 2:37.67.

Í 100 firvald svam Eyðbjørn Joensen úr Suðuroyar Svimjifelag seg víðari til A-finaluna við 1:00.19 og triðbestu tíð, aftanfyri danska Viktor B. Bromer sum setti stevnumet við 56.18, og eisini danska Michael Terp Olesen sum svam 58.90.

Í 100 frí svam Alisa Vestergaard úr Suðuroyar Svimjifelag seg við 1:05.43 til eitt silvurheiðursmerki í yngra bólkinum, meðan Sára R. Nysted eisini úr SuSvim og Signhild Joensen og Jana B. Thomsen úr Ægir svumu seg víðari til A-finaluna í opna bólkinum, við ávikavíst trið-, fimt- og áttandubestu tíð, 59.22, 1:00.26 og 1:01.40. Barbara Debes úr Ægir svam seg hartil víðari til B-finaluna, við 1:04.03 og 15. bestu tíð. Sára eigur bæði føroyskt met og juniormet, á 58.91 frá SuSvim-stevnu fyrr í mánaðinum.

Og í 200 frí svumu Frans Johannesen úr Esbjerg og Alvi Hjelm úr Ægir seg víðari til A-finaluna við ávikavíst bestu og triðbestu tíð av øllum, Frans við 1:58.67 og Alvi við 1:59.36. Frans svimur fyri Danmark, men hevur føroysk foreldur.

Finalurnar byrja kl 15:00 seinnapartin, og verða eftir øllum at døma sjónvarpaðar á RÚV. Øll úrslit kunnu síggjast her, frá svimjistevnuni á Reykjavík International Games 2016.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.