Nú er svimjistevnan liðug á Reykjavík International Games 2016, og tað hevur verið eitt ball hjá føroyingunum líka frá byrjan til enda. Nú seinnapartin fingu vit eini trý nýggj føroysk met og trý nýggj føroysk juniormet afturat, umframt at svimjararnir sær enn fleiri heiðursmerki.
Í 50 rygg fyri kvinnur vann Signhild Joensen úr Ægir bronsu við tíðini 30.71, tríggjar hundraðpartar frá juniormetinum hjá Biritu Debes á 30.68 frá Small States stevnuni í Hafnarfirði í 2010. Barbara Debes var við 33.13 triðskjótast í B-finaluni. Sí úrslitalistan
Í 50 bringu fyri menn vann Róland Toftum úr Suðuroyar Svimjifelag gull við 30.03, sum samstundis var stórt nýtt føroyskt met og juniormet, í mun til hansara 30.45 frá innleiðandi riðlunum. Rókur Trygvason úr Ægir varð nr fimm við 32.75, og Hugin N. Lave vann B-finaluna við 33.70, og Rani Jacobsen eisini úr SuSvim varð har nr 4 við 36.73. Sí úrslitalistan
Í 50 frí fyri menn vann Róland Toftum úr Suðuroyar Svimjifelag silvur við 24.38, sum var stór betring av hansara bestu tíð til nú á 24.87 frá Norðurlendsku Meistarastevnuni fyri Ung í 2014. Eyðbjørn Joensen eisini úr SuSvim var nr 4 við 24.82, og Frans Johannesen úr Esbjerg nr 5 við 25.09. Í B-finaluni var Rói Bech úr SuSvim nr 3 við 25.66, og Alvi Hjelm úr Ægir nr 7 við 28.40. Sí úrslitalistan
Í 200 blandað fyri menn vann Alvi Hjelm bronsu við 2:11.67, aftanfyri donsku Viktor B. Bromer á 2:07.61 og Frans Johannesen á 2:09.07. Sí úrslitalistan
Í 200 rygg fyri kvinnur vann Sára Ryggshamar Nysted úr Suðuroyar Svimjifelag silvur við 2:18.11, sum samstundis var stórt nýtt føroyskt met og juniormet í mun til hennara 2:19.29 frá HeimsMeistarastevnuni fyri Juniorar í Singapore í 2015. Signhild Joensen úr Ægir vann í somu kapping bronsu við 2:24.17. Sí úrslitalistan
Í 100 rygg fyri menn var Húni Vestergaard úr Suðuroyar Svimjifelag fjórskjótastur í B-finaluni við 1:14.27. Sí úrslitalistan
Í 100 bringu fyri kvinnur vann Ásbjørg Hjelm úr Ægir bronsu við 1:16.19, meðan Sólva A. Sigurðsson úr Ægir, Sólrun Kjærbo úr Suðuroyar Svimjifelag og Lea Midjord úr Suðuroyar Svimjifelag vóru ávikavíst skjótast, næstskjótast og fjórskjótast í B-finalun við 1:22.43, 1:23.03 og 1:27.27. Sí úrslistalistan
Í 200 bringu fyri menn vunnu Róland Toftum úr Suðuroyar Svimjifelag og Rókur Trygvason úr Ægir gull og silvur við ávikavíst 2:23.72 og 2:31.42, Róland her við stórum nýggjum føroyskum juniormeti, í mun til hansara 2:29.49 frá somu stevnu í fjør. Hartil vóru Hugin N. Lave og Rani Jacobsen úr Suðuroyar Svimjifelag nr 6 og 8 við 2:39.32 og 2:58.52. Sí úrslitalistan.
Í 100 firvald fyri menn varð Eyðbjørn Joensen úr Suðuroyar Svimjifelag akkurát uttanfyri heiðursmerkini, sum nr 4 við 59.50, sí úrslitalistan.
Í 100 frí fyri kvinnur vann Sára Ryggshamar Nysted úr Suðuroyar Svimjifelag silvur við 58.67 og nýggjum føroyskum meti og juniormeti. Hon átti sjálv metini á 58.91, frá SuSvim stevnu fyrr í hesum mánaðinum. Jana B. Thomsen úr Ægir varð nr 4 við 1:01.02, og Barbara Debes úr Ægir var nr 5 í B-finaluni við 1:03.63. Sí úrslitalistan
Og í 200 frí fyri menn vann Alvi Hjelm úr Ægir bronsu við 1:59.28, meðan Frans Johannsen úr Esbjerg vann gull við 1:55.74. Sí úrslitalistan her
Øll úrslitini kunnu síggjast her á swimrankings.net