Krista Mørkøre hevur aftur í dag roynt seg á svimjistevnu fyri ÍSB í Kroatia, og vann har 1 bronsuheiðursmerki afturat, so at hon tilsamans hevur vunnið 1 silvur og 1 bronsu á stevnuni.
Og tað kundi hava verið til eitt silvurheiðursmerki afturat, um ikki hon tíverri varð kolldømd í teirri kappingini.
Úr Kroatia heilsa tey, at Krista var heldur móð aftaná longu ferðina til Kroatia, so at tað hesuferð var torført hjá henni at svimja upp í móti sínum bestu tíðum.
Men tey vóna at røtt venjing ger hana klára til EM í Madeira, sum verður fyrst í mai mánaða.