Sára heiðrað fyri fjórbesta avrik á RIG 2016

Nú svimjistevnan endaði á Reykjavík International Games 2016, vórðu eisini bestu avrik heiðrað á stevnuni, sum siður er við at hyggja at hvørji sum rukku hægstu FINA stig í eini og somu kapping. Og her var Sára heilt uppi í millum, við sínum 724 FINA stigum í 200 rygg, og líka nógvum stigum í 200 blandað.

Eitt fjórðapláss til Sáru, aftanfyri heimsstjørnunum Mie Ø. Nielsen (888 stig í 100 rygg), Eygló Ósk Gústafsdóttir (829 stig í 200 rygg) og Viktor Bromer (793 stig í 200 firvald), sum øll trý longu nú eru úttikin til OL 2016 í Rio.

Untitled

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.