Nú januar er um at vera liðin, kunnu vit staðfesta at tað til nú í ár eru sett 12 nýggj føroysk met og 17 føroysk juniormet, ella 29 met tilsamans, harav suðuroyar eiga øll uttan tvey. Stóri spurningurin er, um vit ikki longu nú síggja effektina av nýggju Pálshøll, og kunnu vænta at tey renna enn meira frá restini, tess longur vit koma út á árið.
Gaman í eru tað bara teir tveir heilt serligu úrmælingarnir úr Vági, sum fara við metunum. Sára Ryggshamar Nysted og Róland Toftum, sum eiga alla rúgvuna, uttan metini bæði hjá Signhild Joensen í 100 rygg. Men vit síggja eisini at restin lyftist við, har suðuri, so at støðið sum heild veksur, og fleiri vunnu heiðursmerki nú í Reykjavík.
Í fjør settu føroyingarnir 7 nýggj føroysk met og 10 føroysk juniormet á Reykjavík International Games 2015, umframt at vinna 14 gull, 3 silvur og 2 bronsur í yngra bólkinum, og 5 gull, 7 silvur og 9 bronsur í opna bólkinum. Tá føldi eg sum formaður í SSF trongd til at senda hesa heilsan til hópin í Íslandi, vegna góðu úrslitini.
Í ár vóru tilsvarandi tølini 9 føroysk met og 14 føroysk juniormet, umframt 3 gull, 5 silvur og 5 bronsur í yngra bólkinum, og 6 gull, 9 silvur og 7 bronsur í opna bólkinum. Ein avgerandi munur millum hesar báðar stevnur, er at suðuroyingarnir Sára R. Nysted, Hugin Næs Lave og Rói Bech tá kundu vinna heiðursmerki í yngra bólkinum, við tí úrsliti at tey m.a. vunnu øll hasi 14 gullheiðursmerkini.
Nú eru hesi trý ov gomul til unglingakappingini í Íslandi, men klára seg tilsvarandi væl í opna bólkinum. Tað er bara nógv torførari at vinna heiðursmerki har, tá ið kappingarneytarnir eru sovorðin sum Mie Ø. Nielsen, Viktor B. Bromer og Eygló Ósk Gústafsdóttir, sum hava vunnið heiðursmerki á EM og HM, og eru so góð at tey longu eru úttikin til OL í Rio 2016.
Suðuroyingarnir høvdu heilt víst klárað seg væl eisini uttan Pálshøll – men vil eg tó enn loyva mær at halda, at hetta nú er nakað heilt serligt.
Tey hava gjøgnumført eina sera krevjandi venjingarlegu í jólaferiuni, har summi svumu upp til 100 km um vikuna, og eru tó komin flúgvandi út í 2016. Tey kappast typiskt í nærum øllum kappingum, ella í øllum førum í nógvum, og klára tó allíkavæl – umaftur og umaftur – at svimja seg í finalur, vinna heiðursmerki og seta met. Vit onnur kunnu passandi føla inn í okkum sjálvi, hvussu væl fyri vit eru her í januar, í mun til vónandi seinni í ár.
Hvussu man tað ikki fara at verða, tá ið vit eru komin burtur úr myrkastu tíðini, og tey sleppa at trappa niður til stevnuna, og kanska enntá sleppa at miðsavna seg um nakrar heilt fáar kappingar? Tað man vera lítil ivi um at vit fara at síggja í øllum førum nøkur met afturat, til dømis tá ið fyrsta FM á langgeil verður í Vági, og tá ið kappast verður á Danish Open, nú í vár.
Norðingarnir munnu fara at klára seg væl eisini, sum vit millum annað sóu at svimjararnir úr Ægir og Reysta gjørdu, nú í Reykjavík. Men tað er gott nokk ein gloypibiti at svara aftur, tá ið tokið úr Pálshøll longu koyrir við fullari ferð, út í heim.
Við svimjikvøðu,
Rókur, her vegna svimjing.com 🙂