6 føroysk met og 2 juniormet, triðja dag á FM á langgeil 2016

Fyrsta føroyska meistarastevna á langgeil endaði við einum braki í dag, tá ið svimjararnir ferð eftir ferð settu føroysk met, og hartil kappaðust væl í øðrum kappingum eisini. Tilsamans 6 føroysk met og 2 juniormet fái eg tað til, hendan síðsta dag á FM á langgeil 2016.

Untitled


Í 200 firvald fyri kvinnur setti Sára Ryggshamar Nysted úr Suðuroyar Svimjifelag stórt nýtt føroyskt met og juniormet, við at vinna gull við tíðini 2:32.04. Hon átti sjálv føroyska metið á 2:33.76, frá Reykjavík International Games í januar mánaða.

Í 200 firvald fyri menn setti Óli Mortensen úr Havnar Svimjifelag stórt nýtt føroyskt met, við at vinna gull við tíðini 2:06.05. Hann átti sjálvur føroyska metið á 2:08.56, frá Portugal Open í fjør summar.

Í 50 frí fyri kvinnur setti Astrið Foldarskarð úr Havnar Svimjifelag nýtt føroyskt met, við at vinna gull við tíðini 27.21. Her átti Guðrun Mortensen úr Suðuroyar Svimjifelag nú farna metið, á 27.23 frá Evropeisku Meistarastevnuni í Ungarn í 2012.

Í 50 metra bringusvimjing fyri menn setti Róland Toftum úr Suðuroyar Svimjifelag nýtt føroyskt met og juniormet, við at vinna gull við tíðini 30.01. Hann átti sjálvur føroyska metið á 30.03, frá Reykjavík International Games í januar mánaða.

Í 4×100 frí fyri kvinnur settu tær fýra Lív og Vár Eidesgaard, Beinta Debes og Astrið Foldarskarð úr Havnar Svimjifelag stórt nýtt føroyskt met, við at vinna gull við tíðini 4:04.84. Her var føroyska metið á Ægir 4:21.93 frá Danske ÅrgangsMesterskaber í 2010. Landsliðmetið er til samanberingar 4:10.88, frá Norðurlendsku Meistarastevnuni fyri Ung í 2014.

Og í 4×100 frí fyri menn settu Róland Toftum, Rói Bech, Eyðbjørn Joensen og Húni Vestergaard úr Suðuroyar Svimjifelag eisini stórt nýtt føroyskt met, við at vinna gull við tíðini 3:42.95. Her var metið 3:57.08 hjá HS, meðan landsliðsmetið er 3:46.49 frá Norðurlendsku Meistarastevnuni fyri Ung í 2012.

Um vit telja saman fyri hesar tríggjar dagarnar á FM á langgeil 2016, so vóru tað í øllum førum 2 føroysk met og 2 juniormet fyrsta dag, 3 føroysk met og 1 juniormet annan dag, og so hesi 6 føroysku metini og 2 juniormetini triðja dag. Alt í alt 11 føroysk met og 5 juniormet, sum uppá allar mátar er góðkent avrik.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.