Pál 15.07.76 og gull í 1500 frí á Edinburgh International 2016

Meðan restin av okkum rokaðust á FM á langgeil 2016, so megnaði Pál Joensen nú leygardagin hin 12. mars at vinna gull í 1500 metra frísvimjing á Edingburgh International 2016, við tíðini 15:07.75 sum er einans 23 hundraðpartar frá kravtíðini hjá dønum til OL í Rio de Janeiro í summar.


Pál var ikki niðurtrappaður til hesa stevnu, og er tí við sera gott mót, nú Danish Open 2016 verður hin 13. til 17. apríl. Danska kravtíðarskipanin til OL ásetur, at kravtíðin skuldi klárast í finalu á HM í Kazan, ella á Danish Open 2016, ella á EM í London í 2016. Pál kláraði kravtíðina í Kazan, men var akkurát uttanfyri finalupláss, og slapp heldur ikki í finaluna tá ið kinesiski Sun Yang ófráboðað og í síðstu minuttum áðrenn finaluna valdi at trekkja seg.

Úrslitalistin við millumtíðum sæst her á SwimScotland. Silvurvinnarin Stephen Milne varð nummar 5 á heimsmeistarastevnuni í Kazan í fjør summar, har Pál sum nevnt varð nr 9, og Jay Lelliott er eisini gamalur kenningur, sum til dømis varð nummar 5 á EM í Berlin í 2015, har Pál vann silvur. Og Geoff Butler frá Kayman kenna vit jú eisini, frá Oyggjaleikum har hann á Jersey í fjør summar varð nr 4 í 1500 frí, aftanfyri Pál, Óla Mortensen og Cameron Donaldson.

SwimVortex skrivar her um svimjingina:

The first final of the night went to Pal Joensen, of the Faroes, on 15:07.76 in the 1500m freestyle. Joensen took the lead at the 800m mark at 8:06.24 ahead of Perth City’s Stephen Milne, on 8:07.79, and the University of Bath’s Jay Lelliot, on 8:08.84. From that point, Jensen edged away from Milne, who ended the race second on 15:10.13, Lelliot falling further off the lead pace to close in 15:21.97.

SwimmingWorld skrivar her at Pál nú er styrkismettur sum nr 5 í heiminum:

Earlier in the night, Pal Joensen claimed the men’s 1500-meter free title in 15:07.76. That swim moved him to fifth in the world rankings with Damien Joly owning the top-ranked time in the world with a 14:58.18. Stephen Milne finished second in 15:10.13 with Jay Lelliott earning third in 15:21.97.

Kappingin í 1500 frí sæst frá umleið 10:35 her niðanfyri

Ætlanin hjá Páli er so sjálvsagt nú, at fyrireika seg tað síðsta til Danish Open í Bellahøj í apríl mánaða, har skjótasti riðil í 1500 metra frísvimjing verður leygarkvøldið hin 16. apríl, síðst í finaluparturin sum byrjar kl 17:30 danska tíð. Sí innbjóðingina. Um hann klárar 15:07.53 har, so er hann við til Olympisku Leikir í Rio de Janeiro í summar. Um ikki, so kann hann royna eina síðstu ferð á Evropeisku Meistarastevnuni í London í mai mánaða … um altso ikki tveir aðrir longu hava tikið plássini á Danish Open 2016.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.