Lesið her á heimasíðuni hjá ÍSB
Skemman Open 2016
Aftur í ár kunnu vit bjóða tykkum til FM í svimjing hjá ÍSB –
kappingin er fyri fólk við menningartarni, og tey ið hava rørslutarn.
Kappingin verður í høllini í Gundadali, mikudagin 16. mars kl 17.00.
Kappingin byrjar kl 17.15
Í ár er kappingin býtt upp í fýra bólkar. Um ov fáar tilmeldingar eru til at manna ein riðil kunnu fólk úr ymiskum brekbólkum svimja í sama riðli, men heiðursmerki verða til báðar bólkarnar.
- Børn undir 14 ár
- Óvandir svimjarar
- Vandir (kapp)svimjarar
- Sum nakað nýtt verður eisini ein kapping fyri tey ið ikki megna at svimja uttan hjálpitól ella hjálpara, kappgongd í lítla hylinum.