So er tað Danish Open 2016

Nú mikudagin byrjar Danish Open 2016, við luttøku av eisini nógvum føroyskum svimjarum. Hendan stevna er, út yvir at vera úttøkustevna hjá dønum til EM í London og EJM í summar, ein hin týdningarmesta úttøkustevnan hjá teimum til Olympisku Leikir í Rio de Janeiro í summar, og tí eisini sera týðandi fyri okkum føroyingar.

Untitled


Í dag fór eitt lið úr Føroyum við trimum svimjarum úr Suðuroyar Svimjifelag, og í morgin koma so eini 8 afturat úr Havnar Svimjifelag, og 4 úr Ægir. Hartil er Pál Joensen jú longu í Danmark, og afturat teimum eru so 4 føroyingar sum eru búsitandi niðri og hoyra til danska svimjiumhvørvi.

Danska úttøkuskipanin til OL 2016 er sum fyrr nevnt soleiðis skipað, at svimjarar kunnu royna eftir kravtíðum á trimum stevnum, og tá tryggja sær úttøku til OL, eisini hóast onnur kanska svumu skjotari á næstkomandi stevnum. Á HM í Kazan var kravið at klára kravtíð í finalu, og nú á Danish Open er kravið soleiðis sum eg skilji tað ‘bara’ at klára kravtíðina.

Síðsti kjansur er á EM í London í mai, og tá bara til pláss sum ikki longu eru upptikin. Og tað er so sum vant, 2 pláss í hvørjari kapping, so sum til dømis 2 pláss í 1500 frí hjá monnum.

Besta boð hjá okkum føroyingum er sjálvsagt Pál Joensen, sum kláraði kravtíðina á HM í Kazan í fjør summar, men sum tíverri ikki fekk høvi at svimja í finaluni, hóast har vísti seg at verða pláss. Hann hevur síðani verið bara 2 tíggjundapartar frá kravtíðini á stevnu í Edinburgh herfyri, og skal so nú royna aftur leygarkvøldið.

Hinir føroyingarnir eru longri frá teimum sera hørðu kravtíðunum hjá dønum, sum konsekvent eru í minsta lagi líka harðar sum harðasta kravtíð hjá FINA. FINA hevur annars tvey sett av kravtíðum, har hin linara B-kravtíðin er ein ‘innbjóðingartíð’ sum ikki garanterar pláss, meðan hin harðar A-kravtíðin garanterar pláss.

Men út yvir OL, er tað sjálvsagt ein stór avbjóðing at yvirhøvur standa seg væl, á hesi sterku, altjóða stevnu. Afturat bestu dønum luttaka til dømis týski Paul Biedermann, sum eigur heimsmetið í 400 metra frísvimjing, og sterki sprintarin George Bovell hin 3. úr Trinidad & Tobago. Og tá er flott at føroyingar í nógvum førum liggja til at sleppa í finalu.

Sum tit kunnu lesa her á svoem.dk, so fer DR at stroyma beinleiðis frá øllum finalupørtunum, umframt at til ber at síggja úrslitini beinleiðis á livetiming.dk. Men sum danir eisini skriva tað, so er besta upplivilsið at fara út í Bellahøj at stuðla og uppliva, um tit eru í grannalagnum.

Føroyskir svimjarar á Danish Open 2016

  • Úr Suðuroyar Svimjifelag: Sára Ryggshamar Nysted, Róland Toftum, Eyðbjørn Joensen og Pál Joensen (sum tó luttekur fyri Aalborg á stevnuni)
  • Úr Havnar Svimjifelag: Astrið Foldarskarð, Beinta Debes, Emma F. Nystrøm, Lív E. Eidesgaard, Marius Gardshodn, Niels Nattestad, Vár E. Eidesgaard og Óli Mortensen
  • Úr Ægir: Alvi Hjelm, Ásbjørg Hjelm, Barbara Debes og Signhild Joensen

Hartil Frans Johannesen, Magnus Jákupsson, Silja Nielsdóttir Hansen og Stephanie Bjarta Hansen, sum eru føroyingar fastbúgvandi í Danmark, ið tí so-ella-so hoyra til danska svimjiumhvørvið. Av hesum er Magnus Jákupsson nokk tann sum er nærmast OL-krøvunum.

Vit fara sjálvsagt at royna sum frægast at fylgja við serliga føroysku úrslitunum á Danish Open 2016, tá ið hesi nevndu leggja í vaðið einar 66 ferðir tilsamans. Men annars kunnu donsku svimjisíðurnar svoem.dk, svoem.org og swimnews.dk viðmælast.

Ein útgreinað skrá sæst her á svoem.org, har tað eisini verður mett um nær tað ymiska verður svomið. Kappast verður frá mikumorgni hin 13. apríl til sunnudag hin 17. apríl, við innleiðandi riðlum frá kl 10 og finalum frá kl 17:30, sunnudag tó finalur frá kl 17:00. Skjótasti riðil í 1500 frí hjá monnum byrjar kl 18:49 danska tíð, sum er kl 17:49 her í Føroyum.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.