Heiðursmerki og met til føroyingar, fyrsta kvøld á Danish Open 2016

Fyrstu finalur vórðu avgreiddar á Danish Open í kvøld, har eisini føroyingar gjørdu vart við seg. Vár Eidesgaard vann bronsu og setti føroyskt met og juniormet í 1500 frí, meðan Magnus Jákupsson vann gull í 100 rygg.

Screen Shot 2016-04-13 at 18.25.00


Í 50 bringu svam Ásbjørg Hjelm úr Ægir í C-finaluni seg til eitt 24. pláss við tíðini 35.30, har hon um morgunin svam 35.08. Ásbjørg eigur føroyska metið á 34.61, frá Reykjavík International Games í fjør.

Í 400 frí vórðu Pál Joensen úr Suðuroyar Svimjifelag og Óli Mortensen úr Havnar Svimjifelag ávikavíst nr 4 og 5, við tíðunum 3:54.46 og 3:56.76. Her eigur at nevnast at B-kravtíðin til OL í Rio er 3:58.51, og gjørdi Óli tí tað bragd, at í veruleikanum kvalifisera seg til OL í Rio … um altso Føroyar høvdu OL-limaskap.

Pál tyktiskt at koyra bara ‘pace’, sum fyrireiking til 1500 meturin leygarkvøldið. Men nú er tað óhugnaliga spennandi, við tað at gull- og silvur-vinnararnir Anton Ørskov Ipsen og Mads Glæsner vóru flúgvandi, við ávikavíst 3:48.39 og 3:48.42, ið merkir at teir hava kvalifiserað seg til OL í Rio í 400 frí. Teir kunnu báðir svimja ein skjótan 1500, og eru tilmeldaðir leygarkvøldið.

Og ífall tit eisini lurtaðu eftir viðmerkjarunum í DR, so er tað so vítt vit vita tíverri ikki so, at Pál longu er úttikin til OL í Rio. Tað skuldu teir svimja um, leygarkvøldið, og tá eru tað so teir báðir skjótastu undir 15:07.53, sum taka plássini. Soleiðis sum eg skilji tað.

Í 100 frí svam Sára Ryggshamar Nysted úr Suðuroyar Svimjifelag í C-finaluni seg til eitt 24. pláss við tíðini 1:00.09, sum var eitt sindur verri enn hennara 59.32 frá innleiðandi riðlunum í morgun. Hon eigur føroyska metið á 58.67, frá Reykjavík International Games í ár.

Í 100 rygg vann Magnus Jákupsson úr Farum gull við tíðini 00:55.46, rættiliga greitt men tó eitt sindur frá kravtíðini hjá dønum til EM í London, sum er 54.93.

Í 200 bringu svam Róland Toftum í B-finaluni seg til eitt 13. pláss við tíðini 2:28.12. Hann eigur føroyska juniormetið á 2:23.72, frá Reykjavík International Games í ár, meðan Pál Joensen eigur føroyska metið á 2:21.71, frá Bergen Swim Festival í fjør.

Og í 1500 frí svam Vár Erlingsdóttir Eidesgaard úr Havnar Svimjifelag seg til eitt bronsumerki og stórt nýtt føroyskt met og juniormet, tá ið hon svam teinin uppá 17:25.28. Hon átti sjálv føroyska metið og juniormetið á 17:32.83, frá Portugal Open í fjør summar.

Silja Nielsdóttir Hansen úr Hvidovre svam seg her til eitt 7. pláss, við 18:12.82.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.