Met og finalur aftur 4. morgun á Danish Open 2016

Nú eru vit komin til fjórða dag á Danish Open 2016, og føroyskir svimjarar hava aftur svomið seg í finalur, umframt at vit hava fingið okkurt met.


Í 50 rygg svam Signhild Joensen úr Ægir teinin uppá 30.50, sum rakk til eitt fjórðapláss í A-finaluni, umframt at vera nýtt føroyskt juniormet í mun til hennara 30.64 frá FM á langgeil 2016. Barbara Debes úr Ægir varð nr 29 av 33 við 32.86.

Í 100 frí svam Frans Johannesen úr Esbjerg seg í A-finaluna við 51.84 og 8. bestu tíð av teimum 57 luttakandi, meðan Eyðbjørn Joensen úr Suðuroyar Svimjifelag varð nr 31 við 54.16.

Í 100 firvald svam Astrið Foldarskarð úr Havnar Svimjifelag seg í C-finaluna við 1:05.30, sum rakk til eitt 21. pláss av 40 luttakandi. Poula Ø. Mohr eigur her føroyska metið, á 1:04.58 frá HM í Barcelona í 2013.

Í 100 bringu svam Róland Toftum úr Suðuroyar Svimjifelag seg víðari til B-finalu við 1:07.37 og 14. bestu tíð av 41 luttakandi. Hann eigur sjálvur føroyska juniormetið á 1:06.87 frá Reykjavík International Games í ár, meðan Pál eigur føroyska metið á 1:06.40 frá Bergen Swim Festival í fjør.

Í 200 frí svumu Vár Erlingsdóttir Eidesgaard úr Havnar Svimjifelag og Sára Ryggshamar Nysted úr Suðuroyar Svimjifelag seg víðari til C-finaluna, við ávikavíst 2:09.46 og 17. bestu tíð, og 2:09.69 og 20. bestu tíð av 39 luttakandi. Stephanie Bjarta Hansen úr Allerød svam seg til eitt 26. pláss við 2:11.29.

Og í 1500 frí verða tað so 3 føroyingar millum teir 8 í skjótasta riðli, har Pál Joensen hevur bestu tilmeldingartíð 14:58.52, Óli Mortensen triðbestu 15:48.66, og Marius Gardshodn sættbestu 15:59.23. Mads Glæsner hevur í gjárkvøldið ella í morgun meldað frá hesi kapping, so at tað nú eru serliga teir báðir Anton Ørskov Ipsen og Pál sum kappast um tær báðar OL-billettirnar, við kravi um at svimja undir 15:07.53.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.