Heiðursmerki og met til føroyingar eisini fimta kvøld á Danish Open 2016

Í kvøld vórðu síðstu finalur avgreiddar á Danish Open 2016, og gekk tað aftur avbera væl hjá føroyingum. Magnus Jákupsson vann silvur í 100 firvald, og Róland Toftum setti føroyskt met og juniormet í 50 bringu.

2016-04-17_08-46-53


Í 200 frí gjørdust tað (kanska tíbetur) somu menn ið sum einstaklingar kvalifiseraðu seg 4×200 frí liðsvimjingina á OL í Rio, sum á HM í fjør kvalifiseraðu sjálva liðsvimjingina til Rio. Anders Lie, Daniel Skaaning, Søren Dahl og Magnus Westermann, meðan ‘okkara’ Frans Johannesen mátti taka til við 1:53.86 og einum 15. plássi. Óli Mortensen úr Havnar Svimjifelag varð nr 18 við 1:54.64, sum er persónligt met.

Í 400 frí varð Vár Erlingsdóttir Eidesgaard úr Havnar Svimjifelag nr 14 við 4:27.87, eitt sekund frá hennara persónliga met á 4:26.87 frá Portugal Open í fjør summar.

Í 100 firvald vann Magnus Jákupsson úr Farum silvur við 54.57, aftanfyri Viktor B. Bromer á 53.09 men frammanfyri bronsuvinnaran Magnus Sloth Poulsen á 54.71.

Í 200 bringu svam Ásbjørg Hjelm úr Ægir seg til eitt 7. pláss í B-finaluni við 2:49.40, meðan Beinta Debes úr Havnar Svimjifelag varð nr 2 í C-finaluni við 2:46.43. Ásbjørg eigur føroyska metið á 2:44.46, meðan Beinta fyrr hevur svomið 2:45.31.

Í 50 bringu varð Róland Toftum úr Suðuroyar Svimjifelag nr 2 í B-finaluni við 29.81, sum er nýtt føroyskt met og juniormet í mun til hansara 29.89 frá teimum innleiðandi riðlunum í morgun.

Og í 200 rygg varð Signhild Joensen úr Ægir nr 4 í A-finaluni við stórum nýggjum persónligum meti á 2:19.61, og Sára Ryggshamar Nysted úr Suðuroyar Svimjifelag nr 2 í B-finaluni við 2:22.53. Sára eigur føroyska metið á 2:18.11, frá Reykjavík International Games í januar í ár.

Hatta varð so Danish Open 2016, sum heild við sera góðum úrslitum til føroyingar. Vit skulu fara at telja heiðursmerki og met saman heilt skjótt, men annars standa tey øll her runt á síðunum 🙂

Øll úrslit frá í kvøld síggjast her á livetiming.dk

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.