Krista Mørkøre við til Paralympisku Leikirnar í Rio 2016

Lesið her á isb.fo:

Í eina tíð hava vit hildið ondini meðan bíðað hevur verið eftir boðum um parasvimjarin Krista Mørkøre hevur svomið nóg skjótt at vinna sær luttøku á Paralympisku leikunum í Rio sum verða í døgunum 7. – 18. septembur.

(Krista og Pál í Páls Høll. Jón Bjarnason eigur myndina)


Krista hevur fyri langari tíð kvalifiserað seg til Evropeiska Meistaraskapið fyri parasvimjarar sum verður í Funchal á oynni Madeira 30. apríl – 7 mai, og í gjár fekk hon boð um at hon eisini hevur vunnið sær pláss á Paralympisku leikunum.

Av tí at ÍSB er fullgyldugur limur, og var við til at stovna IPC, svimja føroyskir parasvimjarar altíð undir Merkinum.

Krista hevur seinasta árið svomið við svimjifelagnum Ægir, men hevur pápi hennara, Torkil Mørkøre eisini verið venjari og hollur stuðul hjá henni seinastu árini.

Í 2015 og 2016 hevur Krista fingið stuðul úr Úrvali, og hevur hetta saman við stuðli frá m.a. ÍSB og privatum virkjum verið viðvirkandi til at Krista hevur kunnað luttikið í neyðugu kappingunum og venjingarlegunum, ið skulu til fyri at sleppa at kappast millum tey fremstu í heiminum.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.