Krista Mørkøre luttekur sum kunnugt í hesum døgum á EM fyri brekað, sum er í Funchal á Madeira.
Í 400 frí í gjár svam Krista 5:14.52, sum var ein betring á 2,55 sek í mun til hennara tilmeldingartíð á 5:17.07, og 12. besta tíð í bólkinum S10.
Í dag skal hon royna seg í 100 frí, har hon hevur 13. bestu tíð av 15 luttakandi. Innleiðandi riðlarnir byrja nú kl 09:00.
Og síðani er tað 50 frí týsdagin, 200 blandað hósdagin og 100 bringu fríggjadagin.
Sí yvirlitið yvir luttøku hjá Kristu í Funchal her á paralympic.com