Luttakaralistin til EM í London klárur

Nú er luttakaralistin klárur til EM 2016 í svimjing, sum verður í London nú í næstu viku. Frægasta tilmelding hjá føroyingum er ikki óvæntað Pál Joensen í 1500 frí, har hann við 8. bestu tíð liggur til eitt finalupláss – ið tó ikki er sikkurt við tað at tað her á EM skal svimjast innleiðandi eisini í 800 og 1500, til at koma í finalu.

London Aquatics Centre / 2014 IV

(Image courtesy of George Rex, CC BY-SA 2.0)

Tey fimm sum luttaka fyri Føroyar á EM í London 2016, eru Signhild Joensen (2000) og Alvi Hjelm (1996) úr Ægir, Sára Ryggshamar Nysted (2001) og Pál Joensen (1990) úr Suðuroyar Svimjifelag, og Óli Mortensen (1996) úr Havnar Svimjifelag.

Kvinnur

  • Í 50 frí er Signhild nr 62 av 68 luttakandi
  • Í 100 frí er Sára nr 79 og Signhild nr 84 av 92 luttakandi
  • Í 200 frí er Sára nr 63 av 71 luttakandi
  • Í 400 frí er Sára nr 42 av 46 luttakandi
  • Í 50 rygg er Signhild nr 41 av 47 luttakandi
  • Í 100 rygg er Signhild nr 53 av 55 luttakandi
  • Í 200 rygg er Signhild nr 38 av 39 luttakandi
  • Í 200 blandað er Sára nr 42 av 45 luttakandi
  • Í 400 blandað er Sára nr 28 av 28 luttakandi

Menn

  • Í 400 frí er Óli nr 45 av 52 luttakandi
  • Í 800 frí er Óli nr 27 av 32 luttakandi
  • Í 1500 frí er Pál nr 8 og Óli nr 29 av 36 luttakandi
  • Í 200 bandað er Alvi nr 43 av 46 luttakandi
  • Í 400 blandað er Alvi nr 38 av 42 luttakandi

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.