Lifelong Swimming er ein Erasmus Plus ítróttarverkætlan hjá ES til at vísa á virðið av svimja ella á annan hátt at røra seg í vatni, eisini á ellisárum. Verkætlanin er samskipað av italska svimjisambandinum FIN, í samstarvi við evropeiska svimjisambandinum LEN, háskúlanum í Coimbra og øðrum, at koyra í tvey ár, millum annað við fyriskipan av sonevndum H2OpenDays, har svimjisambondini skipa fyri ókeypis svimjitiltøkum fyri fólk yvir 60 ár.