Suðuroyingar skipaðu sum kunnugt fyri Jóansøkusvimjing á vánni í Vági í gjár, har svimjararnir kundu velja ímillum at svimja ein 300 metrar tein framvið landinum har úti á Oyrunum til Pálshøll, ella ein 1200 metra tein frá væl longri inni á fjørðinum.
Á tí stutta teininum vóru tað tey bæði Bartal Debess og Elin Christiansen sum svumu skjótast, bæði úr Suðuroyar Svimjifelag:
- Bartal Debess (2002) 4.59.06
- Elin Christiansen (2004) 5.04.29
- Hans Jacob Hjelm (2003 ) 5.23.84
- Rúni Bech (2002) 5.33.26
- Súsanna Mortensen (2004) 6.23.88
- Rúni Dahl (2004) 6.30.76
- Laura Winther (2004) 6.56.29
- Hans Jón Bech (2004) 7.37.97
Og á tí longra var tað veteranurin (og fyriskiparin) Heri Mortensen sum var skjótast, nakrar minuttir frammanfyri ungu Lilju Jacobsen sum eisini venur í Suðuroyar Svimjifelag
- Heri Mortensen (1966) 17.55.98
- Lilja Jacobsen (2003) 20.07.13
- Ditlev Winther (1978) 20.13.22
- Teitur Winther (2005) 26.40.54
Hatta var raðfylgjan sum tey komu inn, men hartil var kappingin skipað í árgangir (2002 fyri seg, 2003 fyri seg, osfr), soleiðis at øll vunnu okkurt.
Tey heilsa har suðuri, at skipað verður allarhelst fyri havsvimjing har aftur í august mánaða.