Gev Gætur ! – Stroymingin riggar eisini frá innleiðandi !
http://dai.ly/x4j1ow0
So er tað í morgin at Evropeiska JuniorMeistarastevnan í svimjing byrjar, við luttøku av eisini føroyskum svimjarum.
Fyrsta morgunin skulu allir føroysku svimjararnir royna seg: Ásbjørg Hjelm í 50 bringu, Marius Gardshodn í 400 frí, Jana Thomsen í 100 frí og 200 firvald, Sára Nysted í 400 blandað, Róland Toftum í 200 bringu, Signhild Joensen í 200 rygg, og Vár Eidesgaard í 800 frí.
Har verður eftir øllum at døma stroyming frá finalunum eisini, á DailyMotion (sí omanfyri)
Innleiðandi riðlarnir byrja kl 09:30, sum er kl 08:30 her í Føroyum, og Ásbjørg Hjelm er í fyrsta riðli.
Sí ejsc2016.hu and LEN