Nú hava føroyingarnir ikki meira at svimja, hendan fyrsta dagin á Evropeisku JuniorMeistarastevnuni í svimjing, og tað gekk bara heilt ókey. Sára setti føroyskt met og juniormet í 400 blandað, og Ásbjørg svam ájavnt við síni í 50 bringu.
Í 50 metra bringusvimjing svam Ásbjørg Hjelm úr Ægir 34.61, sum er ájavnt við hennara føroyska met og juniormet frá Reykjavík International Games 2015.
Í 100 frí svam Jana Bjartalíð Thomsen úr Ægir 1:01.34, í mun til persónligt met á 1:00.51 frá FM á langgeil í mars mánaða. Jana hevur verið sjúk nú beint upp undir kappingina, og var hetta tí avbera gott.
Í 400 frí svam Marius Ihlen Gardshodn úr Havnar Svimjifelag 4:05.35, sum var stórt persónligt met í mun til hansara 4:10.00 frá Evropeisku Leikum í Baku í fjør.
Í 200 firvald svam Jana Bjartalíð Thomsen úr Ægir 2:32.32, ikki so leingi aftaná at hon hevði roynt seg í 100 frí. Hon hevur eftir øllum at døma ikki svomið hendan teinin á langgeil fyrr, og kom tó heilt væl niður ímóti føroyska metinum hjá Sáru Ryggshamar Nysted, sum er 2:32.04 frá FM á langgeil í vár.
Í 400 blandað setti Sára Ryggshamar Nysted úr Suðuroyar Svimjifelag nýtt føroyskt met og juniormet, við at svimja teinin uppá 4:59.73 har hennara met frá Reykjavík International Games í januar var 5:00.47.
Í 200 bringu svam Róland Toftum úr Suðuroyar Svimjifelag 2:28.28, í mun til sítt juniormet á 2:23.72 frá Reykjavík International Games 2016. Pál Joensen eigur her føroyska metið á 2:21.71 frá Bergen Swim Festival í fjør.
Í 200 rygg svam Signhild Joensen úr Ægir 2:21.82, í mun til sítt persónliga met á 2:19.61 frá Danish Open í apríl mánaða. Sára Ryggshamar Nysted eigur her føroyska metið á 2:18.11, frá Reykjavík International Games í januar mánaða.
Og í 800 frí svam Vár Erlingsdóttir Eidesgaard úr Havnar Svimjifelag 9:13.78, í mun til sítt persónliga met og juniormet á 9:09.34 frá Danish Open í apríl mánaða.