Sára førir ann millum føroyingarnar á Evropeisku Meistarastevnuni í svimjing 2016, nú tey eru komin til og við triðja dag. Tríggjar dagar á rað hevur hon sett flott nýtt føroyskt met og juniormet, hesa ferð í 200 metra frísvimjing.
Í 50 rygg svam Signhild Joensen úr Ægir 30.47, har hennara føroyska met og juniormet frá Danish Open í vár er 30.07.
Í 50 rygg svam Róland Toftum úr Suðuroyar Svimjifelag 30.04, í mun til sítt føroyska met og juniormet á 29.81, frá Danish Open í apríl mánaða.
Í 200 frí svam Sára Ryggshamar Nysted úr Suðuroyar Svimjifelag seg til nýtt stórt føroyskt met og juniormet, við 2:05.66 í mun til hennara 2:06.75 frá Reykjavík International Games í januar. Jana Bjartalíð Thomsen úr Ægir royndi seg eisini í hesi grein, og svam 2:11.59 í mun til sítt persónliga met á 2:10.32 frá FM á langgeil í vár.
Í 100 firvald svam Jana Bjartalíð Thomsen úr Ægir 1:09.67, sum er hennara fyrsta úrslit á langgeil í hesi grein. Tað rakk til eitt 10. pláss á listanum yvir bestu føroysku kvinnur í greinini nakrantíð.
Og í 1500 frí svam Vár Erlingsdóttir Eidesgaard úr Havnar Svimjifelag 17:51.87, í mun til sítt føroyska met og juniormet á 17:25.28, frá Danish Open í vár.
Myndina eigur Jón Bjarnason, og er hon av økinum har føroyingarnir ‘búgva’ millum kappingar.