Altjóða svimjisambandið FINA hevur nú kunngjørt startlistarnar til OL í Rio, har Pál sum kunnugt skal royna seg í 1500 metra frísvimjing. Og latum okkum heldur bara staðfesta beinanvegin, at kappingin verður sera hørð, um at sleppa í finaluna.
Teir eru 20 við tilmeldingartíð undir 15 minuttir
- 14:34.04 Gregorio Paltrinieri, Italia
- 14:39.54 Mack Horton, Australia
- 14:41.20 Connor Jaeger, USA
- 14:46.48 Gabriele Detti, Italia
- 14:48.60 Jack McLoughlin, Australia
- 14:49.19 Jordan Wilimovsky, USA
- 14:50.33 Mykhailo Romanchuk, Ukraina
- 14:51.08 Ryan Cochrane, Kanada
- 14:53.66 Mahmoud Akaram, Egyptaland
- 14:53.77 Henrik Christiansen, Noreg
- 14:54.55 Gergely Gyurta, Ungarn
- 14:55.11 Sun Yang, Kina
- 14:55.17 Stephen Milne, Stórabretland
- 14:55.23 Tim Shuttleworth, Stórabretland
- 14:55.49 Florian Wellbrock, Týskaland
- 14:56.13 Damien Joly
- 14:58.34 Qiu Ziao, Kina
- 14:58.52 Pál Joensen, Danmark
- 14:58.62 Jan Micka, Kekkia
- 14:59.66 Wojdak Wojciech, Pólland
Tíðin hjá Páli er frá innleiðandi riðlunum á HM í Kazan í fjør, har hann sum kunnugt akkurát ikki slapp í finaluna. Besta tíð hjá honum nakrantíð er hansara norðurlendska met á 14:46.33, frá HM í Shanghai í 2011, og annars hevur hann svomið 14:50.66 tá ið hann vann silvur á EM í Berlin í 2014, 14:56.66 í innleiðandi á HM í Shanghai í 2011, og 14:56.90 tá ið hann vann silvur á EM í Budapest í 2010.
So her er eingin ivi um at hann má svimja upp til sítt allarbesta, fyri at kunna náa finaluna í Rio. Tíðirnar hjá restini eru vælsagtans allar frá hesum farna árinum, ella har á leið, og hinumegin 15 minuttir eru aðrir kendir menn sum t.d. bronsuvinnarin frá OL í 2012, Oussama Mellouli.
Tað sleppa 8 í finaluna, sum verður leygarkvøldið 13. august 2016. Innleiðandi riðlarnir eru fríggjadagin hin 12. august.