HETTA ER EITT OPIÐ TILTAK – ØLL ERU VÆLKOMIN !!!
Vit vilja hava so nógvar luttakarar, sum gjørligt. Dugir tú at svimja og eigur ella kanst læna eina líkinda drakt, so er ikki at halda teg aftur. Hetta er ein fínur teinur fyri óroynd.
//Tilmelding o.a.
Tilmelding til svimjingina á ólavsøku fer fram í seinasta lagi 25. juli við at flyta kr. 115,- á kontu hjá Havnar Svimjifelag 9181-1851103. Viðmerk NAVN á svimjara og FØÐIÁR. Vit skulu brúka føðiárið til at bólkabýta úrslitið.
//Samleikaprógv
Í svimjihøllini í Gundadali 27/7 kl. 20.30 verður kunning. Samleikaprógv, ið geva atgongd til kappróðrarøkið, verða latin tilmeldaðum luttakarum.
//Skiftiumstøður
Til ber at skifta í hølum hjá Smyril Blue Water frá kl. 15.00. Tá ið svimjingin er liðug, sleppa vit at spula draktirnar har. Vaktir vera við hurðina til tiltakið er liðugt, so klæðini eru trygg og vit sleppa altíð inn.
//Kapping
Kappingin er skipað í seks bólkar:
– Kvinnur Opin bólkur
– Kvinnur Masters – kvinnur, sum eru 25 ár og eldri
– Kvinnur Masters – kvinnur, sum eru 40 ár og eldri
– Menn Opin bólkur
– Menn Masters – menn sum eru 25 ár og eldri
– Menn Masters – menn sum eru 40 ár og eldri
Hóast gamla heitið “kappsvimjing á ólavsøku” verður nýtt, so verður dentur lagdur á, at hetta er eitt tiltak fyri øll, ið duga og dáma at svimja – um tað er fyri at kappast ella ei. Høvuðsendamálið er at luttaka, at røkka málinum og fáa eitt gott upplivilsi.
//Svimjing
Svomið verður frá rampuni ytst á Molanum og inn í Krókin við Havnarskrivstovuna. Svimjarar skulu ganga út á endan á Molanum og vera har í seinasta lagi tá ið triðseinasti róður byrjar. Startað verður í sjónum. Málið er stigin á rampuni í Krókinum – longst til høgru, tá ið tú kemur svimjandi. Teinurin, ið svomin verður er 400 metrar.
//Trygd
Lækni, sjúkrasystrar og hjálparfólk eru á landi og í bátum. Tey eru í HS eyðkennisvestum. Bátar tryggja, at óviðkomandi bátar verða hildnir vekk.
//Steypa- og heiðursmerkjahandan og annað
Steyp og heiðursmerkir verða handað so skjótt sum úrslitið fyriliggur. Aftaná verður bjór, vatn og okkurt sterkari.
//Ólavsøkusvimjingin úr einum søguligum sjónarhorni
Við ólavsøkusvimjingini í 2010 tók Havnar Svimjifelag upp aftur gamla siðvenju. Fyrstu ferð fyriskipað kappsvimjing var á sjónum á ólavsøku var í 1912. Fram til 1934, tá ið fyrsti hylurin í Gundadali stóð liðugur, varð av og á svomið kapp á sjónum á ólavsøku. Tá ið hesin fyrsti hylurin varð niðurlagdur í 1949 og fram til 1961, tá ið nýggi hylurin í Gundadali stóð liðugur, hevði Havnin ongan hyl. Í 1951 varð tí aftur farið á sjógv at svimja kapp. Seinastu ferð, áðrenn 2010, fyriskipað kappsvimjing var á sjónumn á ólavsøku var á Vestaru Vág í 1954.
HAVNAR SVIMJIFELAG