Altjóða svimjisambandið FINA hevur í pressuskrivi kunngjørt nøvnini á 7 russiskum svimjarum, sum nú sambært treytunum frá IOC ikki sleppa at luttaka á OL í Rio, íroknað heimsmeistararnar Yuliya Efimova og Vladimir Morozov.
Russarar hava sjálvi frámeldað Efimovu og trý onnur, eftir øllum at døma tí at teir skulu sambært treytunum frá IOC í gjár, um at eingin russari má meldast til ið hevur verið dopingdømdur.
Hartil verða trý íroknað Morozov útilokað tí at tey onkunsvegna eru uppíblandað sonevndu McLaren rapportina hjá WADA, har dopingroyndir vórðu skiftar út. Um eg havi skilt tað rætt, so vórðu royndirnar her skiftar út á HM í Kazan í fjør.