Dansk Idræts-Forbund skrivar her um støðuna í OL-býnum í Rio, at har eru so mikið nógvir trupulleikar við vesunum, vatninum, streyminum og so framvegis, at tey sum eru farin undan íðkarunum ‘arbeiða í døgndrift’ til at fáa kømrini klár til. Tey hava millum annað saman við svenskarunum leigað eina privata reingerðingarfyritøku til at vaska kømrini, tí at har ikki var ruddað upp eftir hondverkarunum.
Støðan er tann sama í øllum býnum, og fyri summi so mikið óbrúkilig, at avstralski OL-sjefurin nú í gjár meldaði út, at tey ikki kunnu flyta inn har enn, men í staðin hava funnið hotel nærhendis ella líknandi alternativ til tey sum koma tíðliga.
Danska svimjilandsliðið fór í morgun avstað til Rio, har tey skulu á ‘pre-camp’ í býarpartinum Botafogo nær Copacabana, hesa næstu vikuna áðrenn tey síðani 1. august flyta inn í OL-býin. Pál Joensen er sum kunnugt við í hesum hópi.