Klaksvíkingar skipaðu í dag fyri svimjing tvørtur um vánna í Klaksvík, sum partur av Sjómannadegnum 2016. Skjótast av øllum var Cecilia W. Eysturdal úr Ægir við tíðini 3 minuttir og 38 sekund, meðan Bartal E. Eidesgaard var skjótast av monnum við tíðini 3 minuttir og 58 sekund.
Heiðursmerkjavinnarar
Kvinnur undir 25 ár
- Cecilia W. Eysturdal 3:38
- Vár E. Eidesgaard 3:43
- Lív E. Eidesgaard 3:47
Kvinnur yvir 25 ár
- Hedvig Høgnesen 5:46
Menn undir 25 ár
- Bartal E. Eidesgaard 3:58
- Martin Sivertsen 4:03
- Boas Høgnesen 5:35
Menn yvir 25 ár
- Erling Eidesgaard 4:01
- Jon Hestoy 4:05
- Erling Høgnesen 4:24
Allir vinnarar fingu eitt 32 tumma sjónvarp í gávu afturat gullheiðursmerkinum, sum man vera ein hin flottasta gávan sum fingin er í modernaðari, føroyskari svimjing.
Tey vóru tilsamans 18 sum luttóku í svimjingini í ár. Myndir og komplettur úrslitalisti kemur seinni í kvøld.