Russiskir teldusníkar hava nú likið eitt fimta sett av WADA dáta, umfatandi eisini fleiri svimjarar. Í alt eru tað nú einir 107 íðkarar sum hava fingið almannakunngjørt persónligar upplýsingar, úr ítróttum sum svimjing, súkkling, kanorógving, fimleiki, vatnpolo, borðtennis, rógving, sigling, fikting, flogbólti, judo, kurvabólti, fótbólti, hockey, golf og skjóting. Sí Inside the Games
Millum tey sum eru útstillað hesuferð, eru millum annað kendir svimjarar sum Cate Campbell úr Avstralia, Katerine Savard úr Kanada, Steffen Deibler úr Týskalandi, Cameron van der Burgh úr Suðurafrika og Rikke Møller Pedersen úr Danmark. Teirra dáta eru typisk undantaksloyvi frá WADA til at kunna taka astmaheilivág sum Terbutalin (Bricanyl) og Salbutamol (Ventolin), umframt Prednisolone og Prednisone sum vist nokk eisini eru til at hjálpa uppá millum annað astma.