Ægir-gentur settu í gjár nýtt føroyskt juniormet í 4×100 blandað á stuttgeil, tá ið tær á Ægir-stevnuni í Klaksvíkar Svimjihøll svumu hendan tein uppá tilsamans 4:26.18. Hetta var eisini nóg gott til ruddiliga at vinna hesa kapping, á Ægir-stevnuni. Tær fýra vóru Signhild Joensen (rygg), Ásbjørg Hjelm (bringu), Jana B. Thomsen (firvald) og Barbara Debes (frí).
Eitt annað sett av Ægir-gentum áttu gamla juniormetið á 4:27.59, frá FM/JM 2011. Tá vóru tær Birita Debes (rygg), Turið S. Christiansen (bringu), Óluva Jacobsen (firvald) og Cecilia W. Eysturdal (frí).
Rannvá Sigfríðsdóttir eigur myndina.