Altjóða antidopingfelagsskapurin WADA almannakunngjørdi í gjár hesa frágreiðing frá sínum óheftum eygleiðarum á Ol í Rio 2016, sum avdúkar álvarslig brek í dopingeftirlitinum har. Summar dagar mátti upp til helvtin av ætlaðu dopingtestunum avlýsast, tí at tey funnu ikki viðkomandi íðkarar, og virksemið var sum heilt merkt av væntandi samskipan, niðurskurði í fígging og harav fylgjandi væntandi manning.
IOC eru eftir øllum at døma glað fyri hesa frágreiðing
“The IO report shows that it was a successful Olympic Games with a successful anti-doping programme. The integrity of the programme was ensured despite some challenges the Organising Committee had to overcome. I would like to thank all the involved experts, staff and volunteers”, Dr Richard Budgett, the IOC’s Medical and Scientific Director, emphasised.