Fyrstu riðlar eru nú avgreiddir á DM á stuttgeil 2016, og gekk tað har heilt væl hjá føroyingum bæði við føroyskum og donskum svimjitjóðskapi.
- Í 100 blandað varð Magnus Jákupsson nr 5 við 56.39, og er tí í A-finalu seinnapartin
- Í 200 rygg varð Alvi Hjelm nr 11 við 2:06.72, og er tí í B-finalu seinnapartin
- Í 50 bringu varð Frans Johannessen nr 5 við 27.88, og er tí í A-finalu seinnapartin
- Í 100 frí varð Frans Johannessen nr 7 við 49.60, og er tí í A-finalu seinnapartin
- Í 400 frí varð Silja Nielsdóttir Hansen nr 12 við 4:27,91, og er tí í B-finalu seinnapartin
- Í 800 frí hevur Óli Mortensen næstbestu tilmeldingartíð av øllum, og er tí í skjótasta riðli seinnapartin
Stutt sagt sær tað út til, at allir føroyingar komu víðari til finalur, í øllum tí tey luttóku í.
Hartil verða tað liðsvimjingar í 4×50 frí hjá kvinnum og 4×100 blandað hjá monnum, og kann tað tá væl hugsast at onkur føroyingur skal brúkast har eisini.