Næsta umfar er nú avgreitt av innleiðandi riðlum á DM á stuttgeil 2016, og gjørdu føroyingar aftur í morgun vart við seg. Alvi, Frans og Magnus eru í finalum í kvøld, umframt Markus Joensen sum var heilt nær føroyska metinum í 50 firvald.
- Í 200 frí svam Frans Johannesen seg við 1:47.56 til eitt 3. pláss í A-finaluni, sum verður seinnapartin
- Í 400 blandað svam Alvi Hjelm seg við 4:29.60 til eitt 4. pláss í A-finaluni, sum verður seinnapartin
- Í 50 firvald svam Magnus Jákupsson seg við 24.52 til eitt 4. pláss í A-finaluni, sum verður seinnapartin, og Markus Joensen til eitt 6. pláss við 24.83
Serliga hetta síðsta úrslitið er áhugavert, við tað at Markus Joensen harvið var bara 13 hundraðpartar frá føroyska metinum á 24.70, sum Magnus Jákupsson eigur frá stevnu í Fraklandi í 2011.
Magnus kann longur ikki seta føroyskt met, við tað at hann í 2012 skifti svimjitjóðskap frá at vera føroyingur, til at verða dani. Men, Markus hevur hóast langa útlegd ikki skift svimjitjóðskap, og kann tí seta føroyskt met.