Síðstu innleiðandi riðlar eru avgreiddir á NM/NJM 2016, og fingu vit hóast nakrar svipsarar eisini føroyingar víðari til finalur í dag.
- Signhild Joensen (2000) Ægir 2:16.45 og nr 6 í NJM-finalu í 200 rygg
- Róland Toftum (1998) SuSvim 2:25.45 og nr 8 í NM-finalu í 200 bringu
- Vár E. Eidesgaard (2001) HS 4:22.96 og nr 4 í NJM-finalu í 400 frí
- Marius I. Gardshodn (1998) 4:03.73 og nr 2 í NM-finalu í 400 frí
Hartil hava vit stafettir í finalunum í 4×100 blandað fyri gentur, dreingir og menn.
Alvi Hjelm úr Ægir svam seg við 4:05.15 víðari til NM-finalu í 400 frí, men hevur trekt seg frá finaluni.
Ásbjørg Hjelm úr Ægir var rættiliga trygg at koma í NM-finalu í 200 bringu, men varð kolldømd fyri dupult undirvatns-armtak.
Jana B. Thomsen úr Ægir hevði ein rímiliga góðan kjans at koma í NJM-finalu í 200 firvald, men varð kolldømd fyri ójavnt innslag í vending.