Vár Erlingsdóttir Eidesgaard úr Havnar Svimjifelag setti fyri løtu síðani stórt nýtt føroyskt met og juniormet í 400 metra frísvimjing á stuttgeil, tá ið hon í NJM-finaluni á NM/NJM 2016 í Kolding svam teinin uppá 4:17.87. Sára Ryggshamar Nysted átti føroyska metið og juniormetið á 4:18.31, frá NM/NJM í fjør. Tíðin hjá Vár rakk til eitt 4. pláss í finaluni nú á NJM, 16 hundraðpartar aftanfyri bronsuplássið.
![](https://i0.wp.com/www.svimjing.com/wp-content/uploads/2016/12/wp-1481480452934.jpg?resize=825%2C510&ssl=1)