Tey bæði Vár Erlingsdóttir Eidesgaard og Marius Ihlen Gardshodn úr Havnar Svimjifelag eru í hesum døgum í Niðurlondum, har tey nú frá í morgin fríggjadag til sunnudagin skulu luttaka á Amsterdam Swim Meet 2016.
Startlistin er her, har vit síggja at Vár er styrkismett sum nr 6 í 1500 frí, nr 15 í 800 frí og nr 24 í 400 frí, meðan Marius er styrkismettur sum nr 6 í 800 frí, nr 10 í 1500 frí og nr 31 í 400 frí.
Stevnan er á langgeil, í Sloterparkbad í Amsterdam. Úrslitini fara at kunna síggjast her, har tey svimja 1500 frí í morgin, 400 frí leygardagin og 800 frí sunnudagin. Innleiðandi byrjar kl 9, niðurlendska tíð, og finalur kl 16.
Image courtesy of Edoderoo / Wikimedia Commons, CC BY-SA 3.0