Her eru úrslitini frá svimjistevnuni sum Ægir skipaði fyri í Klaksvíkar Svimjihøll nú leygardagin 11. og sunnudagin 12. februar 2017. Ein góð og spennandi kapping, har hæddarpunktið vælsagtans var føroyska metið hjá Vár í 1500 frí, umframt at Signhild og Vár staðfestu sínar dygdir til Oyggjaleikir 2017.
SwimRankings telur upp at tey vóru tilsamans 124 svimjarar úr 5 feløgum sum kappaðust tilsamans 685 ferðir í einstaklingakapping umframt 56 ferðir sum lið, í tilsamans 40 kappingargreinum.
Topp 10 úrslit (mett eftir FINA stigum)
- Signhild Joensen (2000), Ægir 714 stig fyri 1:01.56 í 100 rygg
- Vár E. Eidesgaard (2001), HS 706 stig fyri 17:12.63 í 1500 frí
- Signhild Joensen (2000), Ægir 703 stig fyri 2:14.04 í 200 rygg
- Marius I. Gardshodn (1998), HS 695 stig fyri 8:20.50 í 800 frí
- Signhild Joensen (2000), Ægir 686 stig fyri 2:05.60 í 200 frí
- Jana B. Thomsen (2000), Ægir 679 stig fyri 2:06.02 í 200 frí
- Signhild Joensen (2000), Ægir 670 stig fyri 29.33 í 50 rygg
- Marius I. Gardshodn (1998), HS 656 stig fyri 4:04.23 í 400 frí
- Lena Rannváardóttir (1998), HS 645 stig fyri 17:43.92 í 1500 frí
- Vár E. Eidesgaard (2001), HS 637 stig fyri 27.00 í 50 frí
Úrslit undir kravtíð til Oyggjaleikir 2017
- Signhild Joensen (2000), Ægir 1:01.84 í 100 rygg, kravtíð 1:04.49
- Signhild Joensen (2000), Ægir 1:01.56 í 100 rygg*, kravtíð 1:04.49
- Signhild Joensen (2000), Ægir 2:14.04 í 200 rygg, kravtíð 2:19.05
- Signhild Joensen (2000), Ægir 29.33 í 50 rygg*, kravtíð 30.47
- Signhild Joensen (2000), Ægir 29.63 í 50 rygg, kravtíð 30.47
- Vár E. Eidesgaard (2001), HS 28.37 í 50 firvald, kravtíð 28.95
* Fyrsti svimjari í liðsvimjing
Signhild og Vár vóru longu undan hesi stevnu millum tey 9 sum hava klárað kravtíð til Oyggjaleikir á Gotlandi í summar, og hópurin vaks tí ikki á hesi næstseinastu stevnu
Næsti og síðsti kjansur at klára kravtíð til Oyggjaleikir 2017, er á FM á stuttgeil í Tórshavn hin 24. til 26. mars 2017.
HS vann mest
Hóast heiðursmerki ikki vórðu givin á hesi stevnu, so kunnu vit telja upp gull, silvur og bronsuplaseringar, til at meta um hvat felag sum vann mest.
Felag | Gull | Silvur | Bronsa |
---|---|---|---|
Havnar Svimjifelag | 25 | 20 | 20 |
Ægir | 14 | 15 | 13 |
FLOT | – | 2 | 3 |
Fuglafjarðar Svimjifelag | – | – | – |
Reysti | – | – | – |
Nálir handaðar á hesi stevnu
Talentnálir
- Maria Poulsen (2004), HS 35.01 í 50 frí á Ægir-stevnu 11. feb 2017
- Sunniva Leo (2005), Reysti 34.54 í 50 frí á Ægir-stevnu 11. feb 2017
Bronsunálir
- Anna Højgaard (2004), HS 33.55 í 50 frí á Ægir-stevnu 11. feb 2017
- Miriam Mortensen (2004), HS 1:13.65 í 100 frí á Ægir-stevnu 11. feb 2017
- Jonna Joensen (2005) Reysti 32.59 í 50 frí á HS-stevnu 17. des 2016
- Emma L. Nagurset (2004), Reysti 32.26 í 50 frí á Ægir-stevnu 11. feb 2017
- Johanna Eidesgaard (2004), HS 1:15.17 í 100 frí á SuSvim-stevnu 14. jan 2017
Bronsunálir við stjørnu
- Sólveig Steinhólm (2002), Ægir 30.77 í 50 frí á HS-stevnu 17. des 2016
- Bjørt A. Sigurðsson (2004), Ægir 1:07.07 í 100 frí á HS-stevnu 17. des 2016
Silvurnálir
- Rebekka Trygvadóttir (2004), Ægir 36.58 í 50 bringu á RIG 27. jan 2017
- Eyðrið Mortensen (2003), HS m.a. 4:42.90 í 400 frí á HS-stevnu 20. nov 2016