Her eru úrslitini frá svimjistevnuni í Páls Høll nú 4. og 5. mars 2017, sum Suðuroyar Svimjifelag skipaði fyri. Ein stevna har hæddarpunktini vóru føroyska metið hjá Janu B. Thomsen í 200 firvald, føroyska juniormetið hjá Vár E. Eidesgaard í 50 firvald, og føroyska metið hjá Beintu P. Debes í 200 bringu.
Signhild Joensen svam eisini eina ekstremt flotta tíð, tá ið hon sum fyrsti svimjari í 4×100 blandað fyri mix-lið svam teir 100 rygg uppá 1:04.15, har føroyska metið hjá henni frá RIG 2017 er 1:04.25. Men við tað at hetta var í mix-kapping, tað vil siga har bæði menn og kvinnur kappast ímóti hvørjum øðrum, so siga FINA reglurnar rættiliga greitt, at tíðin ikki eigur at kunna góðtakast sum met.
SW 10.10 There shall be four swimmers on each relay team. Mixed relays may be swum. Mixed Relays must consist of two (2) Men and two (2) Women. Split times achieved in these events cannot be used for records and/or entry purposes
Sí http://www.fina.org/sites/default/files/finaswrules_20150907.pdf
Hetta er nakað sum avstralska Libby Trickett fekk at føla, tá ið hon afturi í 2007 svam skjótari enn heimsmetið í 100 frí, sum fyrsti svimjari í 4×100 frí fyri mix-lið, á Duel in the Pool stevnu millum Avstralia og USA. Sí Brittanica
Trickett improved upon her own record with a historic 52.99-sec swim at the 2007 Duel in the Pool, but the time was not accepted as a world record by FINA because it came in an “unrecognized event”—a mixed men’s and women’s relay in which Trickett swam against American Michael Phelps.
Úrslitið hjá Signhild nú er fyri ordans skyld til viðgerðar í SSF, til at tryggja okkum at vit ikki gera henni órætt. FINA avgjørdi í 2013 at koyra eisini mix liðsvimjing eisini upp í sína skrá av góðkendum kappingum, men vórðu treytirnar so orðaðar sum nevndu reglu SW 10.10.
Úrslitini kunnu eisini síggjast her á livetiming.dk