Danska svimjisambandið hevur nú lagt út startlistan til Danish Open 2017, sum verður í Bellahøj Svømmestadion frá 1. til 5. apríl. Og har eru sum vant útlit til heiðursmerki eisini til føroyingar.
Um vit hyggja fyrst at styrkismetingini hjá teimum sum hava føroyskan svimjitjóðskap, so hevur serliga Óli Mortensen møguleika at vinna heiðursmerki:
- Alvi Hjelm nr 4 í 400 blandað, 9 í 200 blandað, 11 í 200 bringu og 38 í 200 frí
- Markus Joensen nr 12 í 50 firvald og 14 í 50 rygg
- Óli Mortensen nr 2 í 800 og 1500 frí, umframt nr 4 í 400 frí
- Pál Joensen nr 7 í 400 frí og 16 í 200 frí
- Rókur Trygvason nr 34 í 200 bringu, 37 í 100 bringu, 41 í 50 bringu, 61 í 200 blandað og 73 í 50 frí
- Signhild Joensen nr 11 í 100 rygg, 13 í 50 rygg, 14 í 200 rygg og 38 í 100 frí
Síðani eru tað teir báðir Frans og Magnus, sum eru føroyingar við donskum svimjitjóðskapi. Her hevur serliga Magnus útlit til heiðursmerki:
- Magnus Jákupsson nr 1 í 50 og 100 rygg, 2 í 50 frí og 50 firvald, og 3 í 100 firvald
- Frans Johannesen nr 2 í 400 frí og 200 blandað, 4 í 100 frí og 5 í 200 frí
Kanska eg havi yvirsæð onkran annan føroying eisini, á listunum